Blog, Fjallatúrar, Fjøll í Føroyum, Náttúra

Topp Føroyar á Føroya minstu oyggj

Lítla Dímun sæð frá Sandvík

Tá eg vaknaði týsmorgunin tann 29. oktober 2019, hevði eg ikki hóming av, at hetta varð dagurin, har eg langt um leingi fekk Topp Føroyar. Síðani tann 24. juni, tá eg fekk Knúk á Borðoynni, hevði eg manglað Rávuna á Lítlu Dímun, sum var mítt síðsta fjall av teimum 340 fjøllunum, ið eru skrásett (Fjallalistin) í Føroyum. Tað var ikki ein ætlan, eg hevði lagt frammanundan, men eina mest av tilvild, at síðsta fjallið bleiv á Føroya minstu og einastu manntómu oyggj. Eisini er hetta av tí sama tann truplasta oyggin at koma til, tí einki regluligt ferðasamband er til oynna, umframt at kyrrindini at leggja at í oynni eisini eru heldur vánalig. Tað eru veðurgudarnir, ið til ein ávísan mun avgera, um til bera at leggja at við báti ella lenda á sjálvari oynni við tyrlu.

Síðani januar hevði eg staðið á einum bíðilista at sleppa út á oynna við hvalbingum, sum eiga Lítla Dímun. Men einasti túrur, ið teir høvdu gjørt við ferðafólk út á oynna hesar 10 mánaðirnar, eg hevði bíðað, var 30. mai, tá ið Fólkafundurin var hildin á oynni. So útlitini at sleppa út á hesa manntómu oyggj sýntust alt annað enn góð.

Eg setti meg í samband við tyrludeildina hjá Atlantic, har eg áður hevði upplivað eina so einastandandi vælvild og lagaligheit. Eg havi varhugan av, at hatta fólkaslagið skilir okkum fjallafólk betur enn nakar annar. Kanska er tað, tí tey eisini javnan ferðast í hasum høgu luftløgunum. Men akkurát at sleppa út í Lítlu Dímun er eitt mál fyri seg, eisini tá ið tað snýr seg um at flúgva við tyrlu. Eg kundi leiga tyrluna. Og tað hevði eg einki havt ímóti, um eg var ein vælbjargaður rithøvundur eins og Jo Nesbø við milliónauppløgum, ið verða seld um allan heimin. Hin møguleikin var at sleppa við, tá ið tyrlan fór m.a. út í venjing. Hesin møguleikin var avgjørt tann meira tiltalandi og …. bíligasti.

Eg setti meg eisini í samband við eina fyritøku, ið hevði ribbbátar, og varð skrivað upp har. Eg hevði so at siga trý bein at standa ella skinkla á, tí tíðin gekk og gekk, og einki hendi. Eg fekk ein møguleika fyrst í oktober at sleppa út við hvalbingum til heystfjallgonguna, men eg mátti tíverri avlýsa av ávísum orsøkum.

Bara at mangla eitt fjall í fleiri mánaðir er sera ørkymlandi. Eg veit væl, at fólk, ið ikki eru rakt av hesum fjallaskriðanum ella fjallabasilluni, ikki rættiliga skilja hetta. Eitt lúsa fjall, halló, tak teg saman. Fjøllini fara ongan veg. Men tað er ringt at taka seg saman, tá ið mann hevur gingið 339 fjøll og bara eitt er eftir, til mann er komin á mál. Tíðin mátti brúkast konstruktivt, so eg gekk fleiri av teimum fyrstu fjøllunum, ið eg hevði gingið bæði í 2016, 2017 og 2018 umaftur. Ein heilsugóður máti at sleppa av við eitt nú frustratiónir kann eg heilsa.

Eg var so smátt farin at sláa meg til tols við, at nú var oktober mánaður við at halla, so møguleikin at fáa Rávuna á Lítla Dímun hesumegin jól minkaði í hvørjum. So tá ið eg fór til arbeiðis hendan týsmorgunin, visti eg als ikki, hvat bíðaði mær. Beint áðrenn klokkan 12:00 ringdi telefonin, og eg fekk boð frá tyrludeildini, at nú var møguleiki at sleppa út á Lítla Dímun, men tyrlan fór avstað innanfyri ein tíma.

Eg var als ikki fyrireika. Men eg kundi ikki lata hendan møguleika fara. Hetta var kanska einasti kjansur at sleppa út á oynna hesumegin jól. So kom “den praktiske gris” upp í meg. Mamma varð uppringd at fara niðan í húsini eftir fjallastivlum, hóskandi jakka, pannubandi og ryggsekki umframt heitan jakka og skógvar til sonin. Vit høvdu avtalað, at hann skuldi við mær, tá ið eg eina ferð fór út á Føroya minstu oyggja at taka tað síðsta fjallið. Síðan ringdi eg til sonin, sum hvørki svaraði á telefon ella sms, tí hann sat í einum undirvísingartíma úti á Glasir. Her var eingin tíð at bíða, so eg ringdi beint á skrivstovuna og bað tey fáa sonin at ringja til mín beinanvegin. Løtu eftir ringdi sonurin ørkymlaður. Seinni fekk eg at vita, at hann var vorðin so skakkur, tá ið skrivstovudaman var komin inn í floksrúmið, at hann helt, at gamla langommusystirin var farin.

Ein skjótur matpakki var gjørdur, áðrenn eg drønaði á apotekið at keypar oyraproppar. Síðan út á Glasir eftir soninum, sum hevði fingið boð um at leypa yvir í Bónus at keypa tvær vatnfløskur at hava við. Síðan niðan til P-plássið hjá Balslev, har eg skuldi møtast við mammu, sum var komin heilt úr Hósvík og ikki tordi at koyra ígjøgnum býin. Síðan fóru eg og sonurin skundandi víðari út á tyrlupallin úti við Strond, meðan eg harðmælt ynskti allar seintkoyrandi bilførarar eitt vist stað. Hetta var alvor. Síðsta fjallið lá fyri framman. Eg luktaði mállinjuna. Lukku tíð var tyrlan seinkað úr Vágum, so vit høvdu tíð at skifta jakka og skógvar. So sótu vit í tyrluni. Bara eg, sonurin, ein arbeiðsmaður og so báðir tyrluskiparnir. Eg var á veg at seta fótin fyri fyrstu ferð á Føroya minstu oyggj, Lítlu Dímun, og fáa mítt síðsta fjall.

Vit vóru tveyeini á oynni, eg og sonurin, umframt fuglur og seyður. Vit høvdu ein góðan tíma. Tað er trupult at lýsa kensluna, tá ið vit gingu niðan ímóti hægsta punkti. Alt hevði gingið so skjótt fyri seg. Men eg var spent og fyri at siga tað á sera óføroyskum máli “totalt uppi at koyra”. Haldi, tað er kenslulagið, ið fær meg at ljóða, sum vit ganga í stravnum brattlendi, á sjónbandaupptøkuni, sum eg spontant koyrdi frá, tá ið vit manglaðu teir síðstu metrarnar fyri at koma til hægsta punktið á Rávuni. Hetta er fyrstu ferð, eg havi eina sjónbandaupptøku av at fara upp á ein fjallatind. Men løtan var eisini serlig. Hetta var fjall nummar 340 og síðsta fjallið hjá mær í at fáa Topp Føroyar.

At standa á hægsta punktið á Rávuni var stórt. Tað var fantastiskt at vera komin á mál. Upp á 16 mánaðir hevði eg nú gingið á 18 oyggjum og tikið 340 fjøll. Eisini var tað serliga stuttligt at hava sonin við, og at vit høvdu oynna púra fyri okkum sjálvan. Í veruleikanum vóru vit á oynni í 1 tíma og trý korter, men vit fingu hitan í hugnaliga køkinum hjá bóndahjúnunum á Stóru Dímun aftaná, har vit møttu bæði gestablídni og nutu gott at eta og drekka, meðan tyrlan við starvsfólki gjørdi tað arbeiðið liðugt, sum skuldi gerast, áðrenn eg og sonurin umsíðir vórðu flogin aftur til Tórshavn.

Eg kann nevna, at eg fyrr havi notið gott av gestablídni og vælvildini á Stóra Dímun, tá ið eg tók fjøllini har fyrr í ár. Tann dagin, eg skuldi út har, var veðrið so at siga fínt, men lumpisligt, sum veðrið kann vera í Føroyum, gjørdist svart í mjørka, tá ið eg kom út har við tyrluni. Tað stutta av tí langa var, at eg fekk hjálp við at renna so at siga marathon eftir fjallarygginum, so eg kláraði øll trý fjøllini umframt tyrluna innanfyri ein tíma.

Topp Føroyar á Rávuni í Lítla Dímun – Hendan løtan var stór 🙂
Sjónbandaupptøka av síðstu metrunum upp á Rávuna í Lítla Dímun

Eg havi gingið í øllum árstíðunum, í øllum ymiskum veðri, og oyggjarnar og fjøllini hava verið ymisk og harvið eisini torleikastigið at koma upp á tey einstøku fjøllini. Men líkamikið hvat, so havi eg upplivað okkara oyggjaland frá einum sjónarhornið, sum hevur víst mær, hvussu ótrúliga stórfingið og vøkur náttúran er í Føroyum. Samstundis sum hon eisini kann vera ógvuslig, dramatisk og vandamikil. Fjøllini eru ikki høg samanborið við nógv onnur lond, men tey krevja virðing og ansni og eru ikki vandaleys.

Eg eri so sera takksom fyri tær nógvu fantastisku og ógloymandi náttúruløturnar frá hesum mongu fjallatúrunum, sum eg havi gingið bæði saman við øðrum og eisini einsamøll. At ganga í fjøllunum er heilsugott – ikki bara likamliga, men eisini fyri sinnið og kreativitetin. Fríska luftin, rørslan og hesar fantastisku náttúrumyndirnar, ið møta tær ger nakað við allan teg sum persón. Løturnar kunnu vera so stórslignar, at vakurleikin og samspælið millum jørð, luft, vatn og litir eru fullkomiliga rúnarbindandi. Tú gert eyðmjúkur og takksamur fyri bara at uppliva og vera ein partur av hesum.

Eisini eri eg ótrúliga takksom fyri tað vegleiðing, hjálp og stuðul, eg havi fingið á hesi fjallaferðini frá m.a. royndum fjallafólkum, staðkønum fólki, teimum ið hava hjálpt mær við innivist úti á nøkrum av oyggjunum, Strandferðsluni, og tað vælvild og lagaligheit eg havi møtt frá tyrludeildini hjá Atlantic Airways.

Øll fjøllini eru gingin, men fjallaferðin heldur fram, og eg gleði meg til áhaldandi fantastiskar náttúruløtur í føroysku fjøllunum og kanska aðrastaðni við.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s