Blog

Mammudagur

Mammudagurin er farin afturum bak. Hann var síðsta sunnudag. Eg eri ikki voksin upp við, at hesin dagurin verður hildin sum ein fagnaðardagur. Av tí sama er hetta ikki ein dagur sum fyllir nógv í mínum huga, hóast eg sjálv havi verið mamma í yvir 21 ár … og sjálv havi havt eina mammu enn og longri. Eg gloymi snøgt sagt oftani, at tað er Mammudagur, men eri vorðin mint á hann um ikki á hvørjum ári, so rættiliga javnan við einum vøkrum blómutyssi … viðhvørt heintað í havanum hjá ommuni.

Eg var eisini mint á hann í ár rættiliga ógvusliga, tá ið sonurin, sum hevði verið í summarhúsi saman við vinfólkum alt vikuskiftið, síðsta sunnukvøld kom brestandi inn í húsini, har eg sat so friðarliga og hugdi eftir einum filmi. Ein veldigan pakka innpakkaðan í gávupappíri hevði hann í kneppinum. Løtu eftir kom hann eisini við einum vøkrum blómutyssi. Eg var eitt stórt spurnatekin, til eg fekk at vita, at tað var Mammudagur og ein seinkað føðingardagsgáva.

Tað kendist sum jólaaftan í barnaárunum, tá ið mann plagdi at fáa stórar pakkar. Alt møguligt fleyg ígjøgnum høvdið á mær, meðan eg pakkaði upp. Hvat mundi vera í? Eg manglaði eina stóra steikipannu, nú hin gamla var blakað út … men, men pakkin var ov stórur til bara eina steikipannu … Gloymt var alt um steikipannu, tá ið ein plátuspælari og tveir hátalarar komu til sjóndar. Eg havi ikki átt plátuspælara síðani í 1990´inum, tá ið eg las og búði í Danmark. Síðani tá hava pláturnar bara staðið og savnað dust. Eg havi av og á nevnt, at eg burdi keypt ein plátuspælara, men, men … bara prát og eingin handling.

Fyri fyrstu ferð í meir enn 20 ár hava pláturnar hjá mær nú aftur fingið lív. Plátuspæl og nostalgi hevur sett dám á vikuna – enntá sonurin hevur gingið og lurtað. Nú má eg fáa fatur á einum skonki til plátuspælara og plátur, sum skulu hava sætið í stovuni ❤

20220509_143857 (2)Plátuspælari

Ger eina viðmerking