Blog

Eg síggi tað ikki – ergo passar tað ikki

Samansvørjingarteoriir sýnast at vera eitt vaksandi fyribrigdi. Talgildu miðlarnir gera tað lætt og óiva ómakaleyst at skriva/sleingja ymiskt út bæði um eitt og annað. Eg tími ikki at koma inn á valstríðið millum Trump og Biden, sum er so gjøgnumjaglað bæði so og so hesa seinasta tíðina í samband við ákærir um samansvørjing, valsvik v.m.… Continue reading Eg síggi tað ikki – ergo passar tað ikki

Blog

Eitt apotekaraborð gjørdist til eitt sofaborð

  Søgan aftanfyri hetta gott 140 ára gamla apotekaraborðið er nokk so serlig. Eg fekk borðið í januar/februar í ár (2020), tá ið ruddað varð út í barndómsheiminum hjá mammu og teimum trý núlivandi systkjunum av átta. Jóannes mammubeiggi sáli hevði átt tað. Hann fekk tað frá systkinabarninum Odmar Olsen sála sunnudag 14/9-1986 og avheintaði… Continue reading Eitt apotekaraborð gjørdist til eitt sofaborð

Blog, Ferðauppliving

Ferðauppliving við avbjóðingum

Summar ferðaupplivingar eru meira minniligar og serligar enn aðrar. Hendan ferðaupplivingin er frá veruleikanum, hóast hon í støðum kann minna meira um ein glæntrileik. Eg skrivaði hana sum eina essay á Føroya Fólkaháskúla á heysti 2007, og hon kann lesast her: Ferðauppliving við avbjóðingum Den danske version kan læses her: En rejseoplevelse med udfordringer

Bøkur, Blog, Gávuhugskot

(Jóla)gávuhugskot 2020

4 sagnarkvinnur Hesar 4 sagnarkvinnurnar hava einki ímóti at liggja undir jólatrænum í ár 🙂 Tað verður sagt, at tá ið tú lesur bøkur, livir tú fleiri lív. At lesa ella hoyra søgur er í hvussu er ein søguferð, sum í besta føri gandar okkum inn í ein annan heim, har vit ferðast við huga… Continue reading (Jóla)gávuhugskot 2020

Bøkur, Blog

Eitt stuttsøgusavn fekk eina eyka søgu

Eg gleðist, hvørja ferð eg fái afturmelding frá lesarum – rís ella rós – hóast mær best dámar tað síðsta 😊 Í vikuni fekk eg eina heilt serliga afturmelding upp á stuttsøgusavnið Skuggamyndir frá einum lærara hjá einum 10. flokki á Tvøroyri. Tey høvdu lisið og arbeitt við savninum, og næmingarnir endaðu við at skriva… Continue reading Eitt stuttsøgusavn fekk eina eyka søgu