
Hesar 4 sagnarkvinnurnar hava einki ímóti at liggja undir jólatrænum í ár 🙂
Tað verður sagt, at tá ið tú lesur bøkur, livir tú fleiri lív. At lesa ella hoyra søgur er í hvussu er ein søguferð, sum í besta føri gandar okkum inn í ein annan heim, har vit ferðast við huga og kenslum okkara saman við persónunum í søguni. Tað er ein ferð, sum kann fáa okkum at tára, gleðast, fáa hjartað at sláa hart í spenningi, at ilskast og so framvegis. Vit liva í søguni.
Hesar fýra bøkurnar eru grundaðar á gamlar føroyskar sagnir, men eina mest á hugflog. Eg havi fingið fortalt frá lesarum, at tær m.a. eru fangandi, hugtakandi og spennandi fyri bæði stór og smá. Heldur tú hetta ljóðar áhugavert, so kanst tú lesa meir um bøkurnar her á heimasíðu mínari við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:
Bøkurnar fáast í bókhandlum kring landi og á Bókamiðsøluni.