Á heystið 2017 var eg so heppin at fáa eina innbjóðing frá Scottish Pen at vitja Orknoyggjarnar sum gestahøvundur. Scottish Pen er ein felagsskapur, sum við ymiskum verkætlanum leggur dent á talu- og skrivifrælsi og bókmentir landanna millum. Sum gestahøvundur var eg partur av verkætlanini Many Voices, hvørs endamál er at varpa ljós á mál, sum fá fólk tosa, lesa og skriva.
Eg kom til Orkney umvegis Edinburgh týsdagin 28. november. Eg skal ikki siga meg fríðan fyri summarfuglum í búkinum, tá eg setti meg inn í lítla Logan Air flogfarið. Íalt var pláss fyri 33 ferðafólkum á 11 rekkjum við 3 setrum á hvørjari rekkju. Ikki heilt tað sama, sum at sita í einum føroyskum Airbus-flogfari hjá Atlantic Airways – í so máta eru vit føroyingar nokk so spiltir. Ein ræðuligur larmur hoyrdist frá propellmotorunum, so eg angraði, at eg ikki hevði tikið oyrapropparnar við. Tað syrgdi eg fyri á túrinum aftur frá Kirkwall til Edinburgh. Og tað vil eg viðmæla øllum, sum ætla sær hesa flogleiðina.
Samskipari av verkætlanini á Orknoyggjunum og verturin hjá mær var høvundurin Alison Miller. Alison er fødd og uppvaksin á Orkney, men búði í nógv ár í Skotlandi, til hon fyri nøkrum árum síðan vendi aftur til Orkney. Hon hevur skipað eina skriviverkstovu í Kirkwall – størsta býnum á Orkney – har luttakararnir bert skriva Orcadian, upprunamálið á Orkney. Endamálið er at halda lív í hesum upprunamálið, sum nú er í vanda fyri at doyggja út, tí bert eitt fátal av fólkinum tosar og skrivar málið. Orsøkin er eina helst, at Orcadian er ongantíð blivið standardiserað við einari ítøkiligari málsfrøðiligari skipan eins og tað føroyska málið. Hetta hevur m.a. við sær í skrivibólkinum hjá Alison Miller, at tað kemur meir enn so fyri, at sama orðið verður stavað/orðað ymiskt alt eftir, hvaðani tú kemur á Orkney. Heldur ikki verður undirvíst í hesum upprunamálið í skúlunum. Henda gongd hevur havt við sær, at enskt í dag er høvuðsmálið í Orknoyggjunum. Fleirtalið av íbúgvunum í Orkney tosa, lesa og skriva enskt, og nógv teirra hvørki tíma ella hava nakran áhuga í at læra ella duga Orcadian. Orcadian er tí eitt mál, ið kann hvørva, um ikki okkurt ítøkiligt verður gjørt fyri at verja málið og styrkja tað á ymiskan hátt.
Orknoyggjarnar hava eina spennandi søgu, ið kann fylgjast góð 5000 ár aftur í tíðina. Tvey av hesum kendu støðum eru: Ring of Brodgar í Stenness og the Prehistoric Village í Skara Brae. Ring of Brodgar er ein ringur av steinum/klettum, ið koma frá teimum ymisku oyggjunum á Orkney. Tað verður hildið at hava verið eitt stað, har ritualir av ymiskum slag hava verið hildin, og fólk eru komin hagar allastaðni frá í Orkney at taka lut.
The Prehistoric Village var fjaldur undir sandi, til ein stormur í 1850 avdúkaði, hvat lá fjalt undir sandinum. Tá ið mann fór undir at grava í sandinum, kom henda forsøguliga landsbygd undan. Húsini eru knýtt saman við tunlum, har summir eru undir jørð. Íbindingartunlar undir jørð er eitt rættiliga serstakt fyribrigdi frá hasi tíðini, men eisini rættiliga praktiskt kann mann hugsa sær, tá ið eitt nú veðrið hevur verið ótespiligt.
Umframt at vera eitt oyggjaland eins og Føroyar, hava Orknoyggjarnar eins og Føroyar eisini hoyrt undir norskt kongaveldi. Tí hava Føroyar og Orknoyggjarnar nógv felags nøvn, staðarnøvn og orð við røtum í norskum. Eitt nú búði eg á St. Ola Hotel í Kirkwall – og rætt gitt, uppkallað eftir Ólavi tí heilaga, ið vit føroyingar hátíðarhalda á Ólavsøku 29. juli á tjóðardegi okkara. Og nú eg nevni Ólav kong tann heilaga, so hitti eg hann í St. Magnus Cathedral – vøkru dómkirkjuni í Kirkwall frá 1137 – men væl at merkja sum standmynd. Vit hava eisini eina Magnus dómkirkju í Føroyum uppkallaða eftir sama Magnusi kongi, men hon gjørdist ongantíð liðug, og er betur kend sum Múrurin í Kirkjubø.
Beint við síðuna St. Ola hotellinum lá matstovan/vertshúsið Helgi´s, hvørs navn stavar úr norskum, og sum vit eisini kenna sum eitt vanligt føroyskt mannfólkanavn. Eisini vitjaði eg bygdina Stromness, ið liggur umleið ein hálvan koyritíma frá Kirkwall (í Føroyum hava vit bygdina Streymnes). Har var ein listasýning við alskins list – málningar, bundið tilfar, glas, smúkkur og mangt annað – eins og føroyingar, eru orknoyingar eitt skapandi fólk.
Á vitjanini í Kirkwall fekk eg møguleika at lesa yrking mína Trælabundin upp á føroyskum undir móttøkuni á Orkney Library. Tað stuttliga við at lesa upp á føroyskum var, at fólk kendu ávís orð aftur, sum tey eisini brúka á Orknoyggjunum. Aftan á móttøkuna var samrøða og upplestur við skotska journalistinum/høvundanum Daniel Gray, ið akkurát hevði útgivið bókina ”Schribbles”. Bókin snýr seg í stuttum um tað at elska bøkur. Ein stuttlig humoristisk bók, ið øllum teimum, ið dáma bøkur, kunnu kenna seg aftur í á ein ella annan hátt. Eg fekk eisini eitt áhugavert prát við Daniel um tað at skriva – eitt nú hvussu tilgongdin er, tá ið vit fara í gongd við at skriva eina søgu/bók, og hvat gera vit, tá ið vit standa føst. Sjálv fái eg t.d. nógv hugskot/loysnir, tá ið eg renni – serliga úti í náttúrini. Daniel segði seg fáa nógv hugskot, tá ið hann svam. So rørsla sýntist at hava eina ávirkan á heilakyknurnar, hvat nógv okkara uttan iva hava hoyrt um áður. Men stuttligt at kunna staðfesta hetta frá egnum upplivingum.
Eisini kom eitt umboð frá Scottish Pen at taka upp Podcast við mær og Alison. Upptøkan snúði seg m.a. um tað, at skriva á einum máli, ið lutfalsliga fá fólk tosa/lesa/skriva. Hvat eru eitt nú avbjóðingarnar, er trupult at fáa bøkurnar útgivnar í øðrum londum o.s.fr. Upptøkan verður ætlandi lagt út á heimasíðuna hjá Scottish Pen eina ferð í februar 2018. Leygardagin 2. desember endaði mín høvundaferð við upplestri á Orkney Library sum partur av skotsku bókavikuni. Eg og nakrir av næmingunum hjá Alison lósu upp úr okkara tilfari/verkum. Eg las á enskum, og næmingarnir og Alison lósu á Orcadian. Her eru myndir frá tiltakinum og ein stutt upptøka av upplestrinum hjá Alison.
Sunnudagin 3. desember var mín síðsti dagur á Orknoyggjunum. Tá vitjaði eg saman við Alison the Italian Chapel, ið italienskir krígsfangar bygdu undir 2. Veraldarbardaga. Tíverri var kirkjan stongd, men eg fekk tikið nakrar myndir av vøkru kirkjuni uttanífrá.
Sunnukvøldið vóru vit til konsert í St. Magnus Cathedral – eitt satt upplivilsi. Ein lítil lóðupptøka kann hoyrast frá konsertini niðanfyri.
Á veg til konsertina var eg so heppin at síggja ein supermána ella á góðum føroyskum ein stórmána.
Mánamorgun 4. desember gekk leiðin frá Kirkwall til Edinburgh og síðan heim til Føroyar. Ein spennandi og hendingaríkur túrur í Orkney, ið birti undir nógva hugsan um mál – serliga eitt marginalisera mál. Í Føroyum eru vit so heppin, at okkara høvuðsmál er føroyskt og verður undirvíst í skúlunum. Vit læra sostat bæði at tosa, lesa og skriva okkara móðirmál frá barni av. At føroyskt er standardisera málsfrøðiliga, styrkir málið, ið lutfalsliga fá fólk tosa, lesa og skriva. Vit eru somuleiðis so heppin, at vit hava fleiri høvundar/skrivandi fólk í Føroyum, ið skriva á føroyskum, soleiðis, at bæði børn og vaksin hava tilfar – eisini nútímans – at lesa. Vit taka hetta sum eina sjálvfylgju í Føroyum – ja, summi ilskast inn á málfrøðingar, ið seta reglar fyri, hvussu bæði eitt og annað skal stavast/skrivast. Veruleikin er tann, at hevur tú ikki eitt rímiliga standardisera mál/skrivimál, viknar málið eins og Orcadian á Orknoyggjunum. Styrkin er, at føroyskt er okkara høvuðsmál, at tað verður undirvíst í tí í skúlunum, og at tilfar/bøkur áhaldandi verða skrivaðar á føroyska málinum.
So mín niðurstøða er, at eitt føroyskt mál, sum vit duga at tosa, lesa og skriva, er ikki ein sjálvfylgja. Tí skulu vit leggja dent á, at føroyska málið áhaldandi verður virðismett sum ein lærugrein í skúlunum – frá fólkaskúla til miðnám – og leggja dent á, at skúlatilfarið so vítt gjørligt er á føroyskum. Og so vítt møguligt verja okkara mál ímóti ov stórari ávirkan uttanífrá.