Ummæli av “Skuggamyndir”

 

SkuggamyndirAftur eitt ummæli av Skuggamyndir. Sólfinn Hansen hevur skrivað ummælið, sum stendur í nýggjasta Varðanum, Bind 84, hefti 2, 2017. Ummælið kann takast niður við at fara inn á leinkið niðanfyri.

https://inguncblog.com/skuggamyndir-2/

Deiligt, at tað mann skrivar verður lagt merki til og ummælt. Eitt undrar meg tó í sambandi við ummælini av Skuggamyndir – ikki eitt orð um permumyndini, ið Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt. Eg haldi, at henda permumyndin er genial, flott, symbolsk, væl gjøgnumhugsað, hóskar framúr væl til innihaldið og fangar kjarnina í allari bókini, sum fevnir um 9 stuttsøgur. Myndin vísir eina hond viđ 9 smærri hondum – 5 rætta seg uppeftir/úteftir, og 4 rætta seg niđureftir. Kann ímynda t.d. tađ ytra og innara av menniskjanum – andlitiđ, iđ vit vísa umheiminum, og andlitið, vit halda fyri okkum sjálvi og fjalt fyri umheiminum.

Hevði verið áhugavert at fingið viđmerkingar  frá øðrum um permumyndina – serliga tykkum, iđ hava lisiđ bókina – men øll eru vælkomin at viðmerkja. So hava tit einki annað at gera eitt slíkt kavakvøld, eru tit vælkomin at skriva eina viðmerking um permumyndina – og eisini um bókini – gjarna inni á viðmerkingarteignum á hesum leinki. 🙂

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s