Katrin í Toftum

Katrin í ToftumSøgan er grundað á søgnina um Katrin í Toftum. Søgnin er úr Hósvík frá síðst í 18. øld. 

Søgan snýr seg um ungu bóndadóttrina Katrin, ið finnur eitt flættað silkiband, ein dagin hon hevur verið í haganum og mjólkað neytum. Eitt kvøldið stendur ein fremmandur maður fyri henni í fjósinum og vil hava silkibandið aftur. Men tað vil Katrin ikki, tí henni dámar bandið. Tá hon umsíður varnast, at hesin løgni maðurin er ikki ein heilt vanligur maður, huldumaður, vil hon geva manninum bandið aftur. Men nú vil huldumaðurin hava meir enn bandið og vil ikki lata Katrin fáa frið. Ein søga um kærleika, heidnar kreftir og kristindóm.

Høvundur: Ingun Christensen.

Bók fyri ung (grøn krabbabók 6. torleikastig) * 88 síður * Myndprýtt: Kathrina Skarđsá * Útgávuár: September 2018 * Forlag: Bókadeild Føroya rarafelags.

Bókin er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. Kann keypast í bókhandlum og í Bókamiđsøluni.

  • FYRSTI PARTUR úr bókini kann hoyrast niðanfyri: 

 

2 thoughts on “Katrin í Toftum”

  1. Nú havi eg lisið. Avbera vælskrivað og hugtakandi søga. At hon so gongur fyri seg í heimliga umhvørvinum í Hósvík ger hana serliga forkunnuga fyri okkum hósvíkingar. Tað setur heimbygdina í heilt annað perspektiv. Eg kenni eina trongd at fara oman í Gjónna at forvitnast……
    Hjartaliga til lukku við bókini!

    Liked by 1 person

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s