Ein fjallaferð á 340 fjøllum á 18 oyggjum

Ein fjallaferð, ið byrjaði 3. juni 2016, har Gívrufjall á Streymoynni var fyrsta skrásetta fjallið. Tað síðsta fjallið varð tikið 29. oktober 2019, sum var Rávan á Lítlu Dímun – TOPP FØROYAR var loksins komin í hús. Í veruleikanum tók hendan ferðin 16 mánaðir, tí at fjøllini í 2016, 2017 og ein part av 2018 vóru tikin umaftur. Kortini, tað hevur ongan týdning, hvussu long ella stutt hendan fjallaferðin tekur. Tað týdningarmiklasta eru náttúruupplivingarnar, tú kanst fáa á einari slíkari ferð umframt rørslu og fríska luft sum er eitt orkuskot fyri likam, sál og sinn. Ferðin hevur verið ein blandingur av gongutúrum bæði einsamøll og saman við øðrum og hevur ríkað meg við fantastiskum náttúruupplivingum, minnum og ikki minst at koma at kenna fleiri onnur fjallafólk.

Njót eina fjallaferð í myndum á 340 fjøllum á 18 oyggjum 🙂

FUGLOY, SVÍNOY, VIÐOY, BORÐOY, KUNOY & KALSOY

EYSTUROY

STREYMOY

VÁGAR & MYKINES

KOLTUR, HESTUR, NÓLSOY, SANDOY & SKÚVOY

STÓRA DÍMUN, SUÐUROY & LÍTLA DÍMUN