Um meg / Profile

_33A4500

Eg eiti Ingun Christensen og eri uppvaksin í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Eg veit ikki, um tað er haðani áhugin fyri máli stavar. Men mær hevur altíð dámað væl mál og havi tikið útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og víðari útbúgving sum BA (Bachelor of Modern Languages and Business Studies) og ED (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) í enskum. Harafturat havi eg eisini lisið spanskt á grundstøði. 

Bókmentir hava altíð havt ein stóran leiklut frá barni av, og eg havi altíð lisið nógv.

Eg gjørdi mína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Síðani tá havi eg skrivað fleiri sangir í familjuhøpi – eitt nú til brúdleyp, konfirmatión, føðingardagar o.a. So áhugin at skriva hevur altíð ligið og prutlað í mær onkursvegna. Tað er nakað dragandi og spennandi at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving – at fortelja eina søgu, har tú ert skaparin og til tíðir eisini áhoyrarin/lesarin, tá søgan fer avstað við tær. 

Fyrstu ferð eg fekk nakað á prent var í blaðnum Kvinna í 2009, har eg skrivaði yrkingina “Trælabundin”. Síðan tá eru fleiri bøkur og stuttsøgur komnar út til bæði børn, ung og vaksin. Bøkurnar fevna um ævintýr, samtíðarbøkur, bøkur grundaðar á føroyskar sagnir og stuttsøgusavn.

Her kanst tú lesa meir um mínar útgávur: https://inguncblog.com/about/

 

 Profile

My name is Ingun Christensen. I am raised in a bilingual home so perhaps my interest in foreign languages stem from my bilingual background. I am holder of a Certificate in Trilingual Business Language English/German and has a further education as Bachelor of Modern Languages and Business Studies as well as the Business Language Diploma Programme (ED2). Moreover, I have studied some Spanish.

Literature has always been a very important part of my life from early childhood on. I have always been a passionate reader.

Although my writing first started seriously some few years ago, my interest in writing and telling stories have always been bubbling inside of me somehow. I wrote my first poem at the age of 12 and made a melody to it as well. Since then, I have written several songs in connection with special family gatherings.

There is something alluring and exciting in combining imagination and words in creative writing – to tell a story where you are the creator and at times the listener/reader as well when the story takes over.

My first published work was a poem called Trælabundin (“Enslaved“) in the magazine “Kvinna” (“Woman“) in 2009. Several books and short stories have been published since then.