2022 –

Tiltøk

  1. November 2025 – Mentanarsendingin Kultura:
  2. November 2025 – Bókadagar – Útgávutiltak “Snjómánafólkið I – Rúnaspá”:
    • Tann 15. november var nýggja ungdómsskaldsøgan “Rúnaspá” løgd fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Sanna M. Klein hevði samrøðu við meg um tilgongdina at skriva bókina og um at brúka hugflogið. Ein hugnalig løta við áhugaverdum spurningum frá Sannu. 
  3. Apríl 2025 – Rithøvundavitjan: 
    • Tann 8. apríl var eg á rithøvundavitjan á Glasir í Havn, har eg tosaði við 1. g um ungdómsskaldsøguna Sólgrátur. Eg tosaði við næmingarnar um tilgongdina at skriva bókina, evnini í bókini, kanningararbeiðið í samband við at skriva bókina. Aftaná settu næmingarnir spurningar. 
  4. Februar 2025 – Rithøvundavitjan:
    • Tann 19. februar var eg á rithøvundavitjan í Miðnámsskúlanum í Suðuroy (Hovi), har eg tosaði við tveir 1. árs flokkar (umleið 35 næmingar) um ungdómsskaldsøguna Sólgrátur. Eg tosaði við næmingarnar um tilgongdina at skriva bókina, evnini í bókini, kanningararbeiðið í samband við at skriva bókina. Aftaná settu næmingarnir spurningar. Hetta var mín fyrsta rithøvundavitjan í Suðuroynni, so tað var stuttligt at sleppa til sunnastu oynna í Føroyum og hitta næmingar har.
  5. Februar 2025 – Rithøvundasamrøða:
    • Tann 6. februar var eg á Býarbókasavninum í Havn, har Eilen Anthoniussen hevði samrøðu við meg um skaldsøguna Vilstar Røtur í samband við, at bókin er ein av trimum verkum tilnevnd Lesaravirðislønina 2025. Ein sera hugnalig løtu við áhugaverdum spurningum frá bæði Eilen og teimu, ið vóru komin at lurta.
  6. November 2024 – Rithøvundavitjan:
    • Tann 4. desember var eg á rithøvundavitjan í Skúlanum á Skúlatrøð, har eg tosaði við tríggjar 6. flokkar (umleið 80 næmingar) um tvær av sagnarbókum mínum. Tveir flokkar hoyrdu um tilgongdina og annað við at skriva bókina Annika í Dímun, og ein flokkur hevði um bókina Húsfrúgvin í Húsavík. Nakrir av næmingunum høvdu teknað myndir í samband við báðar bøkurnar. Annika var t.d. nútímansgjørd við t-posti, vangamynd á Facebook, Instagram, Tik Tok og Tinder 🙂
  7. November 2024 – Rithøvundavitjan: 
    • Tann 27. november var eg á rithøvundavitjan í Vestmanna skúla, har eg tosaði við næmingar í 7. flokki um sagnarbókina Húsfrúgvin í Húsavík. Ein áhugverd og hugnalig løta. Meiri fæst at vita um vitjanina her.
  8. November 2024 – Rithøvundavitjan: 
    • Tann 19. november var eg á rithøvundavitjan í Skúlanum við Løkin, har eg tosaði við næmingar í 6. a um Rana-bøkurnar, sum komu út fyri eini 10 árum, men framvegis tykjast at vera líka aktuellar. Ein áhugverd og hugnalig løta. Meiri fæst at vita um bøkurnar við at fara inn á leinkjuni: Rani – Ein nýggj byrjan (1. bók) og Rani – Vár og vónir (2. bók).
  9. November 2024 – Rithøvundavitjan: 
    • Tann 11. november var eg á rithøvundavitjan í Tofta skúla, har eg tosaði við næmingar í 9. flokki um bókina Skuggamyndir um ymiskt í samband við bókina sum tilgongdina at skriva bókina og stuttsøgurnar.
  10. November 2024 – Rithøvundavitjan:
    • Tann 1. november var eg á rithøvundavitjan í Glyvra skúla, har eg tosaði við næmingar í 3. a og b um bókina Húsfrúgvin í Húsavík. Næmingarnir m.a. høvdu gjørt tekningar í samband við søgugongdina í bókini. Ein sera hugnalig løta við áhugaðum og hugagóðum næmingum. Meira kann lesast um vitjanina her.
  11. September 2024 – Bókacafé:
    • Tann 26. september var eg á Bókacafé í Klaksvíkar Bókasavni og tosaði um skaldsøguna Vilstar Røtur. Ein sera hugnalig løta, har Annika Egholm setti mær spurningar umframt uppmøtti lesiringurin á bókasavninum.
  12. Apríl 2024 – Rithøvundavitjan:
    • Tann 12. apríl var eg á rithøvundavitjan í Skúlanum á Fløtum, har eg tosaði við tveir 5. flokkar um bókina Løgmansdóttirin á Steig.
    • Rithøvundavitjanin kom í lag í samband við átakinum hjá Føroyar Lesa og Rithøvundafelagnum, har skúlar kunnu bíleggja ein rithøvund at koma at vitja.
  13. Mars 2024 – Rithøvundavitjan:
    • Tann 19. mars var eg á rithøvundavitjan í Tekniska Skúla í Klaksvík, har eg tosaði við tveir 1. árs flokkar um ungdómsskaldsøguna Sólgrátur. Sera hugaligt og stuttligt at síggja, hvussu kreativt tey høvdu arbeitt við bókini við m.a. at gera tekningar/plakatir og tvær stuttar sjónleikaframførslur, har eg var so heppin at síggja tað einu.
    • Rithøvundavitjanin kom í lag í samband við átakinum hjá Føroyar Lesa og Rithøvundafelagnum, har skúlar kunnu bíleggja ein rithøvund at koma at vitja.
  14. Mars 2024 – Femifagnaður:
    • Tann 7. mars luttók eg á tiltakinum við heitinum “Femifagnaður – Kvinnusøgur í bók og filmi”, sum Bókasavnið við Løkin, Løkshøll og Kongshavnar Kvinnufelag skipaðu fyri. Eg hevði framløgu um korini hjá teimum 3 kvinnunum í skaldsøgu mínari Vilstar Røtur, hvørs lagnur eru flættaðar saman í søgugongdini yvir eitt hundrað ára skeið frá fyrst í 1900-talinum og til okkara tíð, og hvussu hesi kor hava broytt seg ígjøgnum tíðina.  Ein hugnalig løta, sum endaði við norska filminum “Frostjørðin í mær” (Eallogierdu).
  15. Mars 2024 – Rithøvundavitjan:
    • Tann 6. mars var eg á rithøvundavitjan í Skúlanum á Skúlatrøð í 8. A, har eg tosaði við næmingarnar um ungdómsskaldsøguna Sólgrátur.
    • Rithøvundavitjanin kom í lag í samband við átakinum hjá Føroyar Lesa og Rithøvundafelagnum, har skúlar kunnu bíleggja ein rithøvund at koma at vitja.
  16. Januar 2024 – Rithøvundavitjan:
    • Tann 19. januar var eg á rithøvundavitjan í Skúlanum á Argjahamri, har eg hevði fýra framløgur í samband við tilgongdina at skriva tær fýra sagnarbøkurnar: Annika í Dímun, Katrin í Toftum, Løgmansdóttirin á Steig og Húsfrúgvin í Húsavík. Næmingarnir í 4. og 5. flokki høvdu lisið Anniku í Dímun, 6. og 5. flokkur høvdu lisið Katrin í Toftum,  7. flokkur hevði lisið Løgmansdótturin á Steig og 8. flokkur hevði lisið Húsfrúgvin í Húsavík. Ein stuttligur og áhugaverdur dagur, har næmingar og lærarar eisini settu spurningar. Haldi, at hetta vísir, at hesar (elli)gomlu sagnirnar, ið eru Skaldskapur av mannamunni og eru yvir 200 til 600 ára gamlar, framvegis hava týdning tann dag í dag.
    • Rithøvundavitjanin kom í lag í samband við átakinum hjá Føroyar Lesa og Rithøvundafelagnum, har skúlar kunnu bíleggja ein rithøvund at koma at vitja.
  17. November 2023 – Bókadagar:
    • Tann 18. november luttók eg á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í tiltakinum Bókabrell, har Conny Rasmussen og Oyvør Dam Jacobsen, ið báðar til dagliga starvast á Bókasavninum við Løkin, høvdu samrøðu við meg um nýggju skaldsøguna Vilstar Røtur. Samrøðan var tikin upp og verður  send í poddinum Bókabrell.
  18. November 2023 – Útgávutiltak “Vilstar Røtur”:
    • Tann 14. november var nýggja skaldsøga mín Vilstar Røtur løgd fram í Gamla Bókhandli í Havn. Malan Marnersdóttir hevði samrøðu við meg um bókina. Vilstar Røtur vann Ta Føroysku Bókhandlarvirðislønina í 2022. Eitt sera hugnaligt kvøld.
  19. November 2022 – Bókhandlaravirðisløn:
    • Tann 20. november var Føroyska Bókhandlaravirðislønin handað í Norðurlandahúsinum. Eg var tann hepni vinnarin av skaldsøgukappingini við handritinum Vilstar Røtur. Í dómsnevndini sótu Marianna Hoydal, Bergur Rasmussen og Kári Árting. Føroyska Bókhandlarafelagið lýsti skaldsøgukappingina í 2020, og heiðurslønin fevndi um eina peningaupphædd umframt ein útgávusáttmála við Forlag H.N. Jacobsens. Aftan á handanina hevði Malan Marnersdóttir eina samrøðu við meg um handritið. Ein stór løta fyri meg, og sum eg eri sera, sera fegin og takksom fyri ❤
  20. November 2022 – Vinnarin av skaldsøgukapping avdúkaður:
    • Hósdagin 17. november luttók eg saman við Kára Árting, formaður í Føroya Bókhandlarafelag, í mentanarsendingini Ljóarin í Kringvarpið Føroya, har Lív Mikkelsen var vertur. Í sendingini var vinnarin, sum var undirritaða 😉 av skaldsøgukappingini hjá Føroya Bókhandlarafelag avdúkað. Sendingin kann hoyrast her umframt eitt lítið tíðindabrot her.
    • 2022-11-17_KVF
  21. November 2022 – Bókadagar:
    • Tann 16. november luttók eg á Bókdøgunum í Norðurlandahúsinum við nýggju ungdómsskaldsøgu mínari Sólgrátur. Føroyar Lesa skipaði fyri tiltakinum, sum í høvuðsheitum var eitt skúlatiltak, har einir 60 næmingar møttu upp at lurta eftir samrøðuni millum Eilen Anthoniussen og meg og høvdu møguleika at stilla spurningar aftaná. Eitt hugnaligt og áhugavert tiltak at luttaka í, sum eisini var stroymað. Stroymingin kann hoyrast her.
    • Samrøða v. Føroyar Lesa
  22. Mai 2022 – Tiltak á Hotel Brandan:
    • Tann 12. mai skipaðu FarLit og Rithøvundafelag Føroya fyri einum tiltaki fyri rithøvundar og forløg á Hotel Brandan, har høvið var at hoyra um útgávu av føroyskum rithøvundum í Danmark, og um at ritstjórna og at verða ritstjórnað/-ur. Á tiltakinum hevði fyrrverandi ritstjóri á Bókadeild Føroyar Lærarafelags Marna Jacobsen framløgu um tað at ritstjórna, Ingun Christensen (undirritaða) luttók í samrøðu við Silju Aldudóttir, ritstjóra á Bókadeildini, um hvussu tað er at vera ritstjórnað, Hugin Eide, sum í mong ár rak forlagið Torgard í Danmark, hevði framløgu um, hvat skal til at sleppa upp um donsku útgávugáttina, og at enda hevði danska forlagið Jensen & Dalgaard eina framløgu um “Lyn-crash course i det danske forlagslandskab”.
  23. Mai 2022 – Útgávutiltak “Sólgrátur”:
    • Tann 3. mai skipaði Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri útgávutiltaki í Reinsarínum í Havn í samband við nýggju ungdómsskaldsøgu mínari Sólgrátur. Eitt sera hugnaligt kvøld, sum kortini ikki var uttan eitt sindur av drama í luftini má sigast. Meira um hetta útgávukvøldið kann lesast her.