Mikudagin var eg aftur á rithøvundavitjan – hesa ferð í 7. flokki í Vestmanna skúla, har eg tosaði við næmingarnar um sagnarbókina Húsfrúgvin í Húsavík![]()
Eisini tosaði eg eitt sindur við næmingarnar um tað at lesa. Umframt sjálvt lesiupplivilsi, kann ein bók eisini læra, kunna og víðka okkara sjónarring.
Fleiri børn/ung í dag tíma ikki so væl at lesa, men dáma betur t.d. at síggja ein film. Men sum eg segði við tey, flest øll klára at lesa ein kapittul um dagin, og er bókin fangandi, lesur mann kanska fleiri enn tann eina. At lesa og hugsavna seg er ein mentalur vøddi, sum eins og nógv annað kann venjast![]()
![]()
Ein hugnalig løta, og tá eg hoyrdi, at onkur næmingur bara tímdi at lesa mínar bøkur, hitnaði eg sjálvandi um hjartað og hugsaði, at tad ger hóast alt onkran mun, at mann situr og skrivar![]()
![]()

