
Tann 15. november var útgávutiltak á Bókadøgunum við nýggju ungdómsskaldsøguni Snjómánafólkið I – Rúnaspá.
Rúnaspá er fyrsta bókin í tríverkinum um Snjómánafólkið.
Sanna M. Klein, bókmentafrøðingur og miðnámsskúlalærari, hevði samrøðu við meg um bókina, og vit tosaðu m.a. um tilgongdina at skriva bókina og at brúka hugflogið.
Bókin snýr seg í stuttum um 14 ára gomlu Sagu, sum hevur eina hvørvisjón. Hon sær eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Hon biður Sagu finna seg og taka seg heim. Tað lovar Saga, tí tær eru bundnar av blóði. Skjaldmoyggin er Thyra Silfralitta, sum doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið.
Karis rúnulesari spáar í rúnasteinunum, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er, tí hon veit ikki, hvør er vinur ella fíggindi. Saga litar hárið ljóst og fjalir arrið í pannuni og fer avstað saman við besta vini sínum, úlvinum Skinnhvíta.
Saga ætlar sær í fyrstu atløgu til vølvuna Huldu á Valastøðum í Vesturlandinum, har hon vónar at sleppa í skjaldmoyggjalæru, so hon kann læra at brúka vápn og brynja seg til tað víðari ferðina at leita eftir beinagrindini á Thyru Silfralittu.
Søgan gongur fyri seg aftur í yngru jarnøld, tvs. beint undan víkingatíðini. Vit eru í einum heimum við høvdingadømum, stríð um landamørk, blótgildum, vølvum og norrønari gudalæru, tá fólk ofraðu og tilbóðu fleiri gudar. Ein tíð, har tað er vandamikið hjá einari ungari gentu ella kvinnu at ferðast einsamøll.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá útgávutiltakinum.



