Vilstar Røtur

13. Vilstar Røtur

Vilstar røtur vann skaldsøgukappingina  um Ta føroysku Bók­handlaravirðislønina í 2022.

Aftaná at mamman er deyð, uppdagar tíðindakvinnan Báralda, at hennara familjuviðurskifti ikki eru akkurát soleiðis, sum hon helt tey vera. Hon hevur eina ommu, Aldu, sum hon ongantíð hevur hoyrt um, og arvar eini hús í bygdini, Blávík, har omman vaks upp. Báralda fer eina rannsóknarferð at finna útav, hvussu alt hongur saman, og varnast, at fortíðin er fløkjaslig og full í loynidómum, og als ikki so løtt at greiða, tí flest øll eru deyð, sum møguliga vistu okkurt.

Skaldsøgan  er flættað saman av trimum kvinnurøddum yvir eitt 100 ára skeið og býtt upp í frásagnarpartar, kapitlar og dagbók umframt forleik og eftirmæli. Teir 15 kapitlarnir eru frásøgnin hjá Báraldu í okkara tíð. Teir 5 frásagnarpartarnir eru frásøgnin hjá Agnas 1904 – 1928. Dagbókin er frásøgnin hjá Aldu 1940 – 1945.

Høvundur: Ingun Christensen.

Forlag: H.N. Jacobsens Bókahandil * Bók fyri vaksin * 296 síður * Myndprýtt: Edward Fuglø * Útgávuár: November 2023

Bókin kann keypast í bókhandlum.

Vilstar Røtur_Umslag

Virðisløn

  1. November 2022:
    • Tann 20. november 2022 móttók eg Ta Føroysku Bókhandlaravirðislønina fyri handritið Vilstar Røtur í samband við, at eg vann skaldsøgukappingina, ið Bókhandlarafelagið lýsti í 2020. Við virðislønini fylgdi umframt ein peningaupphædd eisini ein útgávusáttmáli við Forlag H.N. Jacobsens. Inn komið íalt 9 handrit, og í dómsnevndini sótu Kári Árting, Marianna Hoydal og Bergur Rasmussen.

Ummæli

  1. Januar 2023:
    • Tann 8. januar ummæltu Sanna Klein og Sámal Soll skaldsøguna “Vilstar Røtur” í sendingini Vágskálin hjá Kringvarpi Føroya. Sendingin kann hoyrast her.

Umrøða

  1. November 2023:
    • Tann 18. november luttók eg á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í tiltakinum Bókabrell, har Conny Rasmussen og Oyvør Dam Jacobsen, ið báðar til dagliga starvast á Bókasavninum við Løkin, høvdu samrøðu við meg um nýggju skaldsøguna Vilstar Røtur. Samrøðan var tikin upp og verður  send í poddinum Bókabrell.

2 thoughts on “Vilstar Røtur”

  1. Hanna D. Andreassen skrivaði soljóðandi viðmæli 19/11-2023 á sínari FB-vangamynd, har hon taggaði meg:

    VILSTAR RØTUR
    Endiliga so var hon her, og sipi eg til samtíðarskaldsøguna ”Vilstar røtur”, sum Ingun Christensen, rithøvundur í Hósvík, hevur skrivað, og sum vann skaldsøgukappingina, sum Bókhandlarafelagið skrivaði út í 2020. Eg havi glett meg og sæð fram til henda dag, soleiðis at eg kundi lesa bókina.

    Bókadagar eru hetta vikuskifti – eisini í dag, og var eg í Norðurlandahúsinum ein lítlan túr í gjár. Var yvirraskað yvir, hvussu nógvar nýggjar føroyskar bøkur eru komnar út í ár, tað veri seg barnabøkur, ungdómsbøkur, skaldsøgur, ævisøgur, yrkingar o.s.fr. Nakað er upprunaføroyskt, og nakað er týtt. Nógv áhugaverd bókaprát vóru eisini á skránni, eitt nú var bókaprát við Ingun Christensen.

    Eg keypti mær bókina ”Vilstar røtur” í vikuni, og læs hana nú í vikuskiftinum. Eg má siga, at talan her er um eina skaldsøgu, ið eg ikki fekk lagt frá mær aftur, tí hon fangaði og var so spennandi frá fyrstu til síðstu síðu.

    Eg haldi, at bókin viðger evni, sum eru viðkomandi bæði í dag og fyri ættarliðum síðan. Bókin er bæði væl skrivað og skipað, talan er um eina samtíðarsøgu, sum fer aftur í tíð, og sum m.a. lýsir kvinnulagnur við nógvum dulsmálum, sum gjøgnum tíðina eru flættaðar inn í hvørja aðra. Nógvar góðar lýsingar eru, bókin lýsir m.a. umstøðurnar hjá kvinnum sum heild fyrr í mun til í dag, og høvdu kvinnurnar fyrr ikki somu møguleikar sum í dag. Bókin er væl orðað og er skrivað á einum løttum máli.

    Edward Fuglø, listamaður, hevur myndprýtt flottu permuna, ið m.a. við einum “ættartræi” hóskar sera væl til innihaldið í bókini.

    Tað er ikki uttan grund, at Ingun Christensen hevur vunnið nevndu skaldsøgukapping, tí tað er so væl uppiborið eftir mínum tykki. Eg kann avgjørt viðmæla øðrum at lesa hesa bók – eitt nú einstaklingum, bókaklubbum o.ø.

    Hjartaliga til lukku enn einaferð góða Ingun við hesum megnaravriki.

    Leinkið: https://www.facebook.com/photo?fbid=1408496513414095&set=a.390784841851939

    Liked by 1 person

  2. Sólvá Jónsdóttir skrivaði soljóðandi viðmæli 29/12-2023 á sínari FB-vangamynd, har hon taggaði meg:

    Vaknaði kl. 5 í morgun! Mátti lesa hana lidna…. Takk fyri upplivingina Ingun og Bókhandlarafelagið!
    Vilstar røtur hevur júst tað, sum eg ynskti mær: Spenning, drama, romantikk, náttúru, siðsøgu og væl lýstar og samansettar persónar. Ikki minst er bókin eisini væl úr hondum greidd málsliga😊 Permumyndin eftir Edward Fuglø er eisini frálík😊
    ⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️

    Leinkið: https://www.facebook.com/search/top?q=vilstar%20r%C3%B8tur

    Liked by 1 person

Skriva eina viðmerking