Snjómánafólkið I – Rúnaspá

Rúnaspá er 1. bókin í tríverkinum Snjómánafólkið.

Bókin snýr seg um ta 14 ára gomlu Sagu, sum í einari hvørvisjón sær eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnulesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.

Saga litar silvurlitta hárið, fjalir arrið í pannuni og ferðast einsamøll avstað saman við úlvinum Skinnhvíta. Hon ætlar sær til ta máttmiklu vølvuna í Vesturlandinum og at fara í læru sum skjaldmoyggj eins og Thyra. Hon má læra at brúka vápn, og hon má vera til reiðar at gera alt, sum skal til, hóast hon setur lívið í vanda.

Høvundur: Ingun Christensen.

Bók fyri ung / vaksin * 206 síður * Myndprýtt: Høgni Egholm Magnussen * Útgávuár: November 2025 * ForlagBókadeild Føroya Lærarafelags.

Umrøða

  1. November 2025 – Mentanarsending Kultura:
  2. November 2025 – Bókadagar – Útgávutiltak “Snjómánafólkið I – Rúnaspá”:
    • Tann 15. november var nýggja ungdómsskaldsøgan “Rúnaspá” løgd fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Sanna M. Klein hevði samrøðu við meg um tilgongdina at skriva bókina og um at brúka hugflogið. Ein hugnalig løta við áhugaverdum spurningum frá Sannu. 

Niðanfyri sært tú, hvat lesari/lesarar hava skrivað um bókina. Tú ert eisini vælkomin at skriva í viðmerkingarteigin niðast um bókini – viðmerking/ummæli.

3 thoughts on “Snjómánafólkið I – Rúnaspá”

  1. Jóna Reinert Joensen, 14 ár, ummælir/viðmælir soleiðis í Strok blaðnum nr. 7, 2025:

    Bókin Rúnuspá snýr seg um Sagu, eina unga gentu, sum býr í Norðurlandinum. Tá hon sær eina hvørvisjón, ið biður hana koma til Suðurlandið eftir líkinum hjá Thyru Silfralittu, noyðist hon at fara á eina ferð inn í vandarnar í Vesturlandinum, har tað er lagt upp til kríggj. Spenningurin økist millum norðurlondini, tá høvdingafamiljan í Vesturlandinum verður álopin, og fleiri morð verða framd beint við markið millum Suður- og Vesturlandið. Tá hon er komin til Vesturlandið, verður hon partur av einum bólki av kvinnum, ið verða kallaðar skjaldmoyggjar, har hon lærir at berjast, bryggja heilivág úr urtum og sjálvverju. Saga má ikki bara ansa sær fyri óálítandi fremmandum, men eisini einum bólki av reiðmonnum, sum eru kendir fyri harðskap og at leypa á einsamøll ferðandi. Saga hevur ein trúfastan vin, ein úlv, sum er við henni á longu ferðini. 

    Um tú vilt vita meira um Thyru Silfralittu, snjómánafólkið, skjaldmoyggjar og alt tað, sum hendir í bókini, mást tú lesa bókina.  

    Mær dámar sera væl, hvussu verðin er bygd upp, hvussu alt virkar kent, mentanin, siðirnir og veitslurnar, men hóast tað hevur ein gandakendan dám við vølvum, rúnum og norðurlendskum gudum. Soleiðis sum søgan hevur fingið týðiligan íblástur frá víkingunum, upprunanum hjá fornum norðurlendskum trúgvum og siðum ger tað, at mann verður beinanvegin fangaður av hugtakandi heiminum og øllum, sum hann inniber. 

    Málið er ríkt og fangandi, støð og urtir, árstíðir og fólk eru lýst við litríkum frásagnum. Sjálvt um bókin er skjót at lesa, er søgugongdin støðug og spennandi, og mann verður beinanvegin bitin av bókini. Bókin viðger evni so sum dirvi, ótta fyri kríggi, einsemi og vinalag millum fólk og djór. Eg elski tað, at fremst er ein orðalisti við hugtøkum, sum verða brúkt í hesari bókini, so sum rúnir og hátíðarhald. Eisini er eitt kort, sum ger tað lættari at fylgja við í søguni og ferðini hjá Sagu. 

    Eg mæli øllum til at lesa hesa bókina, men børn yngri enn 10 ár burdu lisið hana saman við einum vaksnum. Um tær dámar ævintýr so sum røðina um Dóttir Skammarans ella Drekaskipið, er hetta bókin fyri teg.  

    Liked by 1 person

  2. Conny Rasmussen (Conny Kunnar) ummælir/viðmælir soleiðis á Facebook 30. november 2025:

    1. sunnudagur í advent.

    Saga er 14 ár og er móður-og faðirleys, men er ætta frá loyndarfullu snjómánafólkunum í Norðurlandinum.Ein dagin sær hon skjaldmoyggjuna Thyru í einari hvørvusjón og hon biður Sagu heinta beinagrind sín heim.Saga skal til vesturlandi og fer í læru sum skjaldmoyggj hjá vølvuni Huldu. Aftaná skal Saga til suðurlandinum og heinta beinagrindina hjá Thyru heimaftur til norðurlandi.

    Saga kann ikki siga nøkrum hvør hon er í veruleikanum er og má krógva sítt hvíta hár og ar. Hulda veit einki um ætlaninu hjá Sagu og tekur hana inn og hon fer í læru sum skjaldmoyggj. Men politiska støðan ímillum stórhøvdinganar versnar og skjótt kemur Saga í eina tvístøðu.

    Rúnaspá er fyrsta bók Í Snjómánafólkið, sum er eitt tríverk.

    Bókin er sera væl skriva og Ingun Christensen hevur skapt ein sera áhugaverda fantasy heim, har tað eru skjaldmoyggjar, vølvur og stórhøvdingar.

    Hetta er ein sera spennandi, sera góð og vælgjørd bók um eina gentu sum skal út Í heimin og eg dámi sera væl bókina. Hon er sum sagt væl skriva, persónanir eru vælskrivaðir og heimurin er væl lýstur. Eg bleiv tó eitt sindur forvirra, tí her vóru viðhvørt ov nógv fólk og eg mintist ikki hvussu tey vóru í familju við hvønn annan ella hvat samband tey høvdu við hvørjum øðrum.

    #egviðmæli#bøkur#ummæli#føroyskarbókmentir

    Liked by 1 person

  3. Hanna D. Andreassen ummælir/viðmælir soleiðis á Facebook 30. november 2025:

    Havi júst lisið bókina hjá Ingun Christensen ”Rúnaspá”, hvørs høvuðspersónur er 14 ára gamla Saga, sum hevur silvurlitt hár og eitt dropaskapað arr á pannuni. Vit fylgja Sagu, sum á vandamiklu ferð síni, saman við úlvinum Skinnhvíta, kemur út fyri bæði einum og øðrum. Bókin nemir m.a. við evni sum samleika, vinaband, dirvi og loyndarmál.

    Rithøvundurin lýsir ein øðrvísi heim, ein gandakendan heim, sum tó er bæði livandi og fjálgur, og følist tað heilt serligt at lesa eina føroyska ”fantasisøgu”, sum er so væl skrivað, at hon rúmar bæði ævintýri og kenslum umframt eini gandakendari óvissu.

    Bókin er løtt at lesa, og eg haldi, at hon hóskar serliga væl til ung, eisini til tey, sum annars ikki altíð tíma so væl at lesa. Bókin fangar beinanvegin og er bæði hjartanemandi og spennandi, og sum lesari, hevur tú ikki hug at leggja hana frá tær. Man kann bara gleða seg til framhald, og til næsta bókin kemur út.

    Ein uppløgd jólagáva til ung.

    Havi júst lisið bókina hjá Ingun Christensen… – Hanna D. Andreassen | Facebook

    Liked by 1 person

Skriva eina viðmerking