Bøkur, Blog, Rithøvundavitjan, Tiltøk

Rithøvundavitjan í Glyvra skúla

11. Húsfrúgvin í Húsavík
https://inguncblog.com/about/bokur-2/husfrugvin-i-husavik/

Tann 1. november var eg á rithøvundavitjan í Glyvra skúla og tosaði við 3. a og b um bókina Húsfrúgvin í Húsavík, sum er grundað á søgnina við sama navni. Eg tosaði m.a. við næmingarnar um tilgongdina at skriva søguna, tosaði við næmingarnar um søguna og las nøkur brot upp, har vit eitt nú tosaðu um tað at spáa í kortum og í lógva, umframt at næmingarnir settu spurningarnir.

Næmingarnir vóru sera áhugaðir og settu spurningar um alt møguligt og høvdu eisini gjørt tekningar yvir søgugongdina í bókini. Tað er rættiliga stuttligt at fara út á skúlarnar og tosa við næmingar um bøkur, ein hevur skrivað, og hoyra, hvat teir hava fingið burturúr og ikki minst, hvat teir spyrja um.

2 thoughts on “Rithøvundavitjan í Glyvra skúla”

  1. Hey Ingun,

    Stuttligt at frætta!
    Hugaligt, at næmingar tíma og eru við. Hetta gevur kanska íblástur til nýggjar søgur?

    Vinaliga,
    Niels Jákup

    Like

Skriva eina viðmerking