Annika í Dímun

annika_i_dimun

Henda nýskrivaða og spennandi bókin fyri børn/ung byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett at hava beint fyri manni sínum dímunarbóndanum.  

Søgan byrjar, tá Annika rennur fyri lívinum undan pápanum, sum hevur tapt hana í kortspæli til dímunarbóndan. Saman við gomlu Guðruni, sum hevur hildið hús hjá pápa Anniku, sýslumanninum, fer hon út í Dímun og verður matmóður har. Hóast hetta, hittist Annika í loyndum við Sjúrði, ið hon er góð við, og sum arbeiðir sum húskallur hjá pápa Anniku á Sandoy. Sonur bóndans, Tróndur, er tó alt annað enn fegin um Anniku, og hann roynir av øllum alvi at seta fótonglar fyri Anniku. 

Høvundur: Ingun Christensen.

Bók fyri ung (grøn krabbabók 6. torleikastig) * 88 síður * Myndprýtt: Edward Fuglø * Útgávuár: September 2017 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags 

Bókin er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.  Kann keypast í bókhandlum, m.a. HNJ Bókhandil á Vaglinum (Gamli Bókhandil) og í Bókamiđsøluni.

Desember 2017: Bókin um Anniku í Dímun fæst eisini sum ljóđbók og kann m.a. keypast á Bókamiđsøluni.

Umrøða 

  1. November 2017:
  2. Oktober 2017 – Umrøða/framløga: 
    • Tað er altíð stuttligt, tá tað, tú skrivar, verður lisið og ikki minst, sum í hesum førinum brúkt í einari uppgávu í skúlahøpi. Lilja S. Andreassen gongur í 8. flokki í skúlanum á Argjahamri og hevur gjørt eina skrivliga uppgávu í føroyskum, har hon valdi at skriva um nýggju bókina hjá mær “Annika í Dímum“. Í sambandi við uppgávuna skuldu næmingarnir eisini gera eina stutta framløgu á video. Upptøkan hjá Lilju viđ framløgu og ummæli er tøk niðanfyri: 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s