Blog

Prógva, hvat tú dugir

So er próvtøkurokan á skránni. Aftaná 18 ára skúlagongd eri eg so himmals fegin um, at mín próvtøkutíð er av. Ikki tí, kenni tað kortini til tíðir, sum eg í ymsum høpi eri til próvtøku. Eitt nú, tá eitt handrit er sent inn. Tá verður handverkið eisini vigað og mett, um tað nú er nóg gott at gevast út. Tú fært onga kontanta avrokning her og nú, men mást bíða, ja, viðhvørt nakrar mánaðir. Tað er bæði spennandi og minni stuttligt til tíðir. Tú hevur sitið – uttan tímaløn – í langa tíð og skrivað og veitst ongantíð, um tað, tú hevur lagt so nógva tíð og orku í, fær tað grøna stemplið.

Eg kann heldur ikki siga meg heilt frían fyri nakað av próvtøkufepri, tá ið sonurin fer upp til próvtøku – serliga tær munnligu. Eg haldi, tað er arvriks-ílegan, ið bleiv nørd í skúlaárunum, sum vaknar í minnunum. Tú skalt prógva, hvat tú dugir. Jú, hægri próvtal, jú betur dugir tú. Jú, lægri próvtal, jú, minni dugir tú. Talið sigur nakað um, hvat tú dugir í einari ávísari lærugrein … ella ger tað nú altíð í veruleikanum tað? Hvat um tú fórt í svart orsakað av próvtøkuangist ella vart so heppin í tí munnligu royndini, at tú slapst upp í akkurát tí einu søguni, tú hevði lisið, ella …. Er próvtalið tá ikki í veruleikanum misvísandi?

Men líkamikið um próvtalið er gott ella vánaligt, so sigur tað sum so ikki nógv um teg persónligt. Um tú ert ein erligur/óerligur persónur, um tú ert tann, vinirnir kunnu líta á, um tær dámar væl at gleða onnur ella um aðrar persónligar eginleikar. Tað sigur heldur einki um, hvat tú dugir av øðrum – kanska dugir tú væl at tekna, seyma, smíða, sparka fótbólt ella okkurt heilt annað. 

Men tíverri hevur próvtalið fingið eina ávísa makt, ella, vit hava givið tí í so stóra makt. Orsøkin er, at vit sum samfelag meir ella minni dyrka henda próvtalsstigan. Ikki bara skal hann fortelja okkum, hvat vit hvør í sær duga í einari lærugrein, nei, hann kann eisini vera avgerðandi fyri, um tú ella eg sleppa inn á ein hægri lærustovn. Hesin lærustovnur kann vera lopfjølin til dreymaútbúgvingina og síðan dreymastarvið. So vit verða øll drigin inn í henda leikandi próvtalsfepurin, ið nú byrjar longu í barnaskúlanum. Summi gerast strongd – eisini galdandi fyri “elite-næmingarnar”. Summi missa sjálvsálitið og kanska sjálvsvirðið við – tað eru serliga tey, sum liggja niðarlaga á próvtalsstiganum og kanska enntá dumpa – tá liggur tú niðast.

Kanska liggur tað í tí menniskjansligu náttúruni at skula viga og meta um – okkum dámar í hvussu er sera væl at brúka tøl í ymsum høpi fyri at vita, hvussu støðan er á hesum ella hasum. Okkum dámar jú betur framgongd enn tað øvuta, einki løgið í tí. Eitt dømi í hesum tíðum við sosialum miðlum eru m.a. topp-próvtølini hjá børnum, ið verða nevnd á eitt nú Facebook. Einki ilt um tað – eg skilji væl, at foreldur gleðast um, at tað gongur børnunum væl – eg gleðist eisini, tá ið tað gongur mær og mínum væl. Men eg kann ikki lata vera við at hugsa, um foreldur eisini høvdu lagt minni góð próvtøl út á FB? Eg ivist, og haldi meg heldur ongantíð havt lagt merki til tað. Og hvat við møguligum systkjum, ið ikki klára at liva upp til hasi høgu próvtølini – verða tey so ongantíð nevnd í hesum førinum?

Signalið, vit sum foreldur og samfelag senda út við eitt nú at fokusera og rópa upp um hesi høgu próvtølini, er, at vit leggja størri virði í tey hægru próvtølini enn tey lægru. Hóast, eitt lægri próvtal møguliga kann hava ótrúliga stórt virði fyri ein, ið hevur stríðst og strevast fyri at fáa hetta próvtalið. Okkara kanska til tíđir ótilvitađi hugburður hevur tað við sær, at nøkur kenna seg ikki at vera nóg góðan sum menniskju, tí tey megna ikki at liva upp til m.a. henda próvtalsstigan.

Hetta kann hava nakrar menniskjansligar avleiðingar við sær. Bæði keðiligar og góðar. Tað góða er, at tey, sum liggja har uppi á próvtalsstiganum, fáa sítt sjálvsálit og ikki minst sjálvsvirði stimbrað. Tað keðiliga er, at tey sum liggja niðarlaga/niðast á próvtalsstiganum, tíðum fáa eina so negativa sjálvsmynd, at hetta kann forða teimum í at tora og at fylgja sínum dreymum í vakstramannalívinum, tí veingjavíddin varđ skerd av einum ella fleiri lágum próvtølum, ið fingu ov stóra makt.

Kanska skuldu vit heldur staðið eina roynd ella ikki. So høvdu vit sloppiđ undan einum stiga viđ tølum, sum – um vit vilja tađ ella ikki – fær okkum at samanbera hvønn annan og døma, hvør er dugnaligur ella minni dugnaligur. Eitt próvtal sigur í veruleikanum einki um, hvussu tú fert at klára teg seinni í lívinum, ella hvussu tú  kanst menna teg í onkrari lærugrein, har tú ikki kláraði teg so væl sum barn/unglingi. Men hetta er ikki altíđ so lætt at fata, tá iđ tú sum barn/ungt menniskja livir í einum samfelag, har próvtalsfepurin leikar.

🌞Viđmerkingar? Vinarliga skriva í viđmerkingarteigin niđanfyri🌞

2 thoughts on “Prógva, hvat tú dugir”

  1. Ein sera vidkomandi grein id oll ung sum ganga og eru so bangin um karakter burdu lisid. Tad hevur so lítid at siga i veruleikanum, men kann fáa, sum tú sigur, kediliga avleidingar vid m.a. sjálvsálit/virding. Tad er eisini galdandi fyri tey sum klára seg val, um tey halda teirra virdi liggur í karakterinum tey fáa, tí hvat hendur so ein dagin ein dumpikarakterur kemur upp á pappírid??

    Liked by 1 person

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s