At ganga úti í náttúrini er balsam fyri likam og sál, hoyrir mann oftani. Í Føroyum eru vit so heppin at hava náttúruna so at siga beint uttanfyri dyrnar. Eg eri ein av teimum, ið geri mær dælt av hesum – bæði gongutúrar, fjallatúrar og rennitúrar. Og eg má siga, at tað er ikki bara balsam fyri likam og sál, tað er eisini sera mennandi fyri hugflogið og kreativu tankagongdina. Allir sansir verða stimbraðir – angin av grasi, frískari luft, at síggja fjallahamrar, graslíðir, gjáir, vøtn og gil, at hoyra seyðajarm, fuglalát ella bara kenna friðin og lotið – tað ger nakað við hasar gráu heilakyknurnar. Tær fáa stutt sagt eitt óføroyskt “kick”, ella eg skuldi kanska sagt “stimburspark”.
Her eru nakrar myndir frá fjallatúrum o.ø., eg havi upplivað í føroysku náttúrini sett saman til ein film. Og tey, sum dáma betur at sita í sofuni, fáa ein smakk av tí føroysku náttúrini uttan at nýtast at røra seg 😉