Skriva, skriva, skriva, lýsa lyndi, eginleikar – persónurin má vera trúverdugur, livandi. Eg síggi og hoyri hann í høvdinum. Til tíðir er tó ikki samsvar millum tað, sum gongur fyri seg í høvdinum og kemur fram á skerminum ella pappírinum. Tað er stravið, frustrerandi, og mann skilir ikki, at mann tímir at sita soleiðis. Lat handa persónin, hasa søguna fara á bláman. Men mann kann ikki sleppa. Kanska er tað okkurt slag av gandi. Søgan, persónurin hava fingið fastartøkur á einum. Her er nakað, sum bara MÁ forteljast.
Og so viðhvørt hendir hatta heilt serliga og løgna … áðrenn eg veit av, trokar persónurin seg ótolin fram og tekur yvir. Hann verður livandi. Eg verði skumpað til viks. Hann dregur aðrar persónar viđ sær. Viðhvørt ein, tveir ella fleiri og hendingar av ymsum slag.
Har sitið eg so, sum tann víðagitna flugan á vegginum, og gløði at øllum tí, sum fyrigongur í mínum egna høvdi. Sum verður spýtt út ígjøgnum fingrarnar á mær, sum kvikliga trýsta á knappaborðið og viðhvørt nóg illa fáa fylgt við. Eg síggi sjón fyri søgn. Persónarnir og leikurin fáa sítt egna lív har beint frammanfyri mær á telduskerminum.
Um onkur nú hugsar, at eg eri farin at tekna ella gera film … so, nei. Tað vóru persónarnir og leikurin í høvdinum á mær, sum gjørdust livandi, og ferðaðust út ígjøgnum fingrarnar á mær til stavir á skerminum.
Hevur tú mist tráðin? So ert tú umskyltur. Tað havi eg eisini. Og tað er í sovorðnum løtum, at eg viðhvørt hugsi, um tað skrivandi fólki hevur ein færra av persónleikaklovning ella á donskum personlighedsspaltning. Eg kundi jú ikki funnið upp á at hugsa, sagt og gjørt, sum hasin persónurin har á skerminum … ella hasin .. ella handan. Ella hví ger hasin persónurin ikki hatta, tí tað hevði eg gjørt.
Eg má bara viðganga: “Eg undrist javnan, hvar allir hasir persónarnir/verurnar og hendingarnar koma frá. Eg haldi meg ikki altíð hava møtt teimum áður. Eg meini, eg havi t.d. bert hitt einum garðvættri í høvdinum, hóast eg gott kundi hugsað mær at hitt hann í durinum ella í kjallaranum. Um eg so gav honum rísgreyt við kanelsukri og smørklumpi allan desembermánað, so hevði hann kanska stoypt mær uttara kjallaragólvið, bjálvað mær hasar køldu betongveggirnar, lagt gólv og loftsplátur á – ja, ordnað mær hatta uttara kjallararúmið við einum ella fleiri vættrastjørnuskotum. Ella, um eg nú fekk vitjan av einari Eiturkoppaprinsessu – so kundi hon spunnið vøkur lokkanet í villingarsama kjarrinum niðanfyri húsið – fólk kundu rindað atgongumerki fyri at komið og hugt – og eg hevði gjørt ein góðan handil.
Men kanska er tað akkurát tað, sum er so hugtakandi og dragandi við at skriva – alt kann henda. Og ikki er altíð, at mann veit, hvussu tað fer at enda. Og tey, sum siga, at tað bert er høvundurin, sum hevur stýringina á øllum, vita ikki, hvat tey tosa um. Tað kemur altso meir enn so fyri, at tað eru hasir persónarnir ella verurnar, sum spretta fram í høvdinum á einum, sum taka yvir. Eg havi sjálv upplivađ tađ …
🌞Viđmerkingar? Skriva í viđmerkingarteigin niđanfyri🌞