Blog

Marin I og II

Marin I og II

Bøkurnar Marin og Hjartavætturin og Marin fær ein lítlabeiggja eru um smágentuna Marina, og hvussu hon upplivir tað at vera barn í einari tøknifrøðiligari tíð, har alt gongur so øðiliga skjótt, og øll hava so nógv um at vera við arbeiði o. ø. Bøkurnar fáast í bókhandlunum kring landi og á Bókamiðsøluni: Marin I og Marin II.

Í fyrru bókini Marin og Hjartavætturin gongur Marin í barnagarð. Besta vinkonan eitur Amalia, og hon hevur eina mammu, sum Marin gott kundi hugsað sær, tí mamma Amaliu arbeiðir ikki eins nógv og foreldrini hjá Marini. Tey arbeiða so nógv, at Marin hevur eina daddu, sum eitur Randi, ið javnan avheintar hana í barnagarðinum, um hon ikki gloymir tað. Tí Randi hevur eisini nógv um at vera. Umframt at ganga í skúla, brúkar hon nógva tí at kjatta á fartelefonini. Marin dámar so sera væl Randi, ið ikki líkist nøkrum, sum Marin kennir. Randi hevur ringar í andlitinum, litar í heilum hárið í ymiskum litum og smyr neglirnar gular við svørtum stjørnum og øðrum undarligum. Og so sigur hon undarlig orð og finnur uppá ymiskt. Ja, tað hendir næstan altíð okkurt spennandi og løgið, tá ið man hevur eina daddu sum Randi. Men kortini, so kennir Marin seg til tíðir einsamalla, men tað hjálpir eitt sindur, tá ið hon fær eina løgna dukku frá langommuni – ein Hjartavættur.

Í aðru og nýggjastu bókini Marin fær ein lítlabeiggja hendir ymiskt nýtt í lívinum hjá Marini. Hon byrjar í skúla og fær eisini ein lítlabeiggja. Tað at byrja í skúla, ger Marina eitt sindur bagna. Men tað vísir seg ikki at vera so galið kortini, tí ymiskt stuttligt hendir – serliga tá ið man hevur ein sanglærara, ið eitur Trompet-Óli. Og so er tað lítlibeiggin, sum Marin hevur glett seg til. Men tað vísir seg slettis ikki at vera so spennandi kortini, sum Marin hevði ímyndað sær. Hann bara grætur um náttina, so eingin fær sovið. Pápin er so troyttur um morgunin, at hann fer ógreiddur til arbeiðis og letur seg í ymisklittar hosur. Marin er eisini troytt og ætlar sær at selja lítlabeiggjan á Facebook. Og so er tað daddan Randi, ið sigur seg ikki tola pinkubørn, tí hon fær  reyðar prikkar av teimum.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s