Bøkur, Blog

Nýggjar bøkur: Húsfrúgvin og Løgmansdóttirin

2018_lc3b8gmansdc3b3ttirin-og-hc3basfrc3bagvin

Tvær nýggjar bøkur grundaðar á søgn og annað skjaltilfar, men mest grundaðar á hugflog. 

Húsfrúgvin í Húsavík er ivaleyst tann kendara av hesum báðum sagnarkvinnunum. Guðrun Guðleiksson fødd Sjúrðardóttir var ættað úr Noregi og giftist við bóndasoninum Arnbirni Guðleiksson ættaður úr Húsavík. Pápi Guðrunar, Sjúrður Hjalt, var mætur handilsmaður í Noregi og átti stórar ognir bæði í Noregi og Hetlandi. Tá Guðrun arvaði pápa sín, gjørdist hon ríkasta kvinna í Føroyum, har hon saman við Arnbirni eisini átti stórar ognir og tann størsta og mætasta garðin. Guðrun var tiltikin harðrend, og okkurt er skrivað um hetta av tí keldutilfarinum, sum finnist. Annars er lítið skrivað um Guðruna sum persón og lív hennara. Eg mátti tí kava aftur í eina aðra tíð, heilt aftur í 1300-talið, og lata hugflogið spæla og tvinna tað saman við tí keldutilfari, sum var atkomiligt. Ein spennandi ferð, har persónurin Guðrun Guðleiksson, kend sum Húsfrúgvin í Húsavík, fekk lív og gjørdist ein meira samansettur persónur, enn sagnirnar geva varhugan av. Tað er ikki altíð lætt at flyta til annað land, har mentanin og hugburðurin er so nógv annaleiðis, enn tað tú ert vanur við. 

Søgnin um Løgmansdóttrina á Steig er ikki eins kend, men kortini ikki minni  áhugaverd. Hon gongur fyri seg í 1700-talinum. Keldutilfarið um hana er ógvuliga fátæksligt, so eg hevði so at siga frítt spæl. Og tað brúkti eg til fulnar við at tvinna tvær aðrar sagnir uppí – Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn. Allar tríggjar sagnirnar ganga fyri seg í Vágunum. Bókin snýr seg um ta ungu løgmansdóttrina, Ellen Katrinu Samuelsdatter Weyhe, dóttir Sámal Pætursson Lamhauge, ið var løgmaður í Føroyum frá 1706-1752 og búði á løgmanssetrinum Steigagarður í Sandavági. Ellen Katrina er trúðlovað tí nógv eldri prestinum, Clement Jensen Follerup, ið var sóknarprestur í Norðoyggjunum. Alt kundi gingið sum eftir ánni, um eg ikki lat eitt fransaskip leggja akker á vánni í Sandavági, og fransar komu í land og skaptu órógv. Eisini fyri tí ungu løgmansdóttrina, sum má flýggja undan einum ástsjúkum fransakapteyni. 

Bøkurnar fáast til keyps í bókhandlunum kring landi og á Bókamiðsøluni.

1 thoughts on “Nýggjar bøkur: Húsfrúgvin og Løgmansdóttirin”

Ger eina viðmerking