Bøkur, Blog

Eitt stuttsøgusavn fekk eina eyka søgu

Skuggamyndir

Eg gleðist, hvørja ferð eg fái afturmelding frá lesarum – rís ella rós – hóast mær best dámar tað síðsta 😊

Í vikuni fekk eg eina heilt serliga afturmelding upp á stuttsøgusavnið Skuggamyndir frá einum lærara hjá einum 10. flokki á Tvøroyri. Tey høvdu lisið og arbeitt við savninum, og næmingarnir endaðu við at skriva eina stuttsøgu um bussføraran í stuttsøgusavninum. Tað serliga við hesum er, at hóast bussurin er tann sentrali pallurin, har søgugongdin gongur fyri seg, og teir níggju høvuðspersónarnir í hvørjari stuttsøgu  koma fyri, so hoyrir mann ongantíð nakað um bussføraran. Hann koyrir bussin, men er ósjónligur í søgugongdini. Tað hevur so hesin 10. flokkurin á Tvøroyri bøtt upp á, og eg fekk sendandi søguna um bussføraran, sum ein av næmingunum hevur skrivað.

Eg havi fingið loyvið at leggja út afturmeldingina frá læraranum og søguna frá næminginum, sum tit kunnu ávikavist lesa niðanfyri og taka niður her: Bussførarin.

Hey Ingun,

10.fl. í Tvøroyrar skúla er júst liðugur at lesa og arbeiða við stuttsøgusavninum, Skuggamyndir. Teimum dámdu tað so væl og kundu eisini kenna seg sjálvi aftur í summum. Vit endaðu Skuggamyndir við, at tey skuldu skriva um bussførarin í sama stíli, sum tað var skrivað í stuttsøgusavninum. Eg sendi tær eina søgu um bussførarin, sum ein av næmingunum hevur skrivað.

Annars undraðu tey seg á, at drongurin við keppinum ikki er nevndur á aðru síðu, har hinir annars eru nevndir 😊

Takk fyri eitt einastandandi vælskrivað savn, sum mann kann kenna seg aftur í, og sum hevur so nógv góð og ymisk evni, sum mann kann hugsa og práta víðari um – serliga í skúlanum!

2 thoughts on “Eitt stuttsøgusavn fekk eina eyka søgu”

  1. Góða Ingun,
    Hatta var stuttligt! Frálíkt við slíkum afturmeldingum. Tær eru alt ov sjáldsamar. Sera góð tileggjan at halda á at skriva, hevði eg hildið. Vit gleða okkum til at frætta frá tær aftur.
    Vinaliga,
    Niels Jákup

    Liked by 1 person

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s