Stuttsøgusavnið Skuggamyndir er nú týtt til Skuggbilder á svenskum og kemur ætlandi út í Svøríki í august 2018. Tað er svenskarin Joakim Liljegren, ið hevur týtt stuttsavnið. Joakim Liljegren hevur skrivað eina grein, har hann m.a. greiðir frá gongdini at týða úr føroyskum til svenskt. Greinin er tøk her: 2018-03_Att översätta från färöiska_Grein_Joakim Lilljegren.
Gestahøvundur í Orkney
Á heystið 2017 var eg so heppin at fáa eina innbjóðing frá Scottish Pen at vitja Orknoyggjarnar sum gestahøvundur. Scottish Pen er ein felagsskapur, sum við ymiskum verkætlanum leggur dent á talu- og skrivifrælsi og bókmentir landanna millum. Sum gestahøvundur var eg partur av verkætlanini Many Voices, hvørs endamál er at varpa ljós á mál,… Continue reading Gestahøvundur í Orkney
Ummæli av “Skuggamyndir”
Aftur eitt ummæli av Skuggamyndir. Sólfinn Hansen hevur skrivað ummælið, sum stendur í nýggjasta Varðanum, Bind 84, hefti 2, 2017. Ummælið kann takast niður við at fara inn á leinkið niðanfyri. https://inguncblog.com/skuggamyndir-2/ Deiligt, at tað mann skrivar verður lagt merki til og ummælt. Eitt undrar meg tó í sambandi við ummælini av Skuggamyndir –… Continue reading Ummæli av “Skuggamyndir”
Ein sagnarkvinna sleppur til orðanna
Silja Aldudóttir hevur skrivað grein: Annika í Dímun - Ein sagnarkvinna sleppur til orðanna. Greinin stendur í Skúlablaðnum 6/2017 og eisini í Bókajól 2017, Sosialurin 15. november. Greinin kann lesast her: 2017-11_Silja Aldudóttir_Grein í Skúlablaðnum 6-2017.
Eri tað eg, sum skrivi …?
Skriva, skriva, skriva, lýsa lyndi, eginleikar - persónurin má vera trúverdugur, livandi. Eg síggi og hoyri hann í høvdinum. Til tíðir er tó ikki samsvar millum tað, sum gongur fyri seg í høvdinum og kemur fram á skerminum ella pappírinum. Tað er stravið, frustrerandi, og mann skilir ikki, at mann tímir at sita soleiðis. Lat… Continue reading Eri tað eg, sum skrivi …?
